Taka fult undir við einum skúla

Foreldrini tóku fult undir við ætlanini um ein felags skúla í Sunda kommunu.

Fyrsti kunningarfundurin um nýggja skúlabygnaðin, sum kommunan ætlar at seta í verk, varð hildin mánakvøldið í Haldarsvík. Fundurin var fyri foreldrum í Tjørnuvík, Haldarsvík og á Langasandi.

 

- Gongdin seinnu árini hevur sannført býráðið um, at vit eiga at fara frá teimum gomlu og lutfalsliga smáu skúlunum til ein størri og nútímans skúla, sum er felags fyri alla kommununa. Við hesum er ætlanin at skapa ein skúladepil á Oyrarbakka saman við verandi Felagsskúla.

 

Tað sigur Sunda kommuna í dag.

 

Lagt verður aftrat, at nýggja skúlaumhvørvið fer at hava við sær, at lærararnir fáa munandi betri arbeiðsumstøður, ið svara til tað, sum krevst í dagsins skúlaskapi. Næmingarnar fara við ársbýttari undirvísing at fáa meira undirvísing eins og størri rásarúm. 

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, greiddi fyrst í stuttum frá ætlanini hjá kommununi. Sííðan var ein framløga, har komið var nærri inn á sjónarmiðini aftanfyri. Eisini var fundurin skipaður við einum pallborði, har allir býráðslimirnir tóku lut. 

 

- Foreldrini tóku fult undir við ætlanini um ein felags skúla við teimum fyrimunum, ið hann fer at hava við sær. Einasti vansin, sum komið varð inn á, er flutningurin av skúlabørnum. Her hevur kommunan sett sum eina fortreyt, at ein vælskipaður flutningur verður settur í verk - í neyvum samsvari við tímatalvuna hjá skúlanum. 

 

Kunning verður komandi dagarnar fyri foreldrum og lærarum - við Margáir í kvøld, á Oyrarbakka í annaðkvøld og mánakvøldið í Hósvík, øll kvøldini klokkan 19, sigur Sunda kommuna.