Taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring

Ein nýggj kanning vísir, at føroyingar blanda seg uppí, tá fólk við kenning ætla sær at koyra bil

Í spildurnýggjari Gallupkanning eru føroyingar spurdir, í hvønn mun teir høvdu roynt at forðað tí, um teir síggja ein, sum ætlaði sær at koyra bil, hóast hann ella hon hevur drukkið rúsdrekka og væntandi hevði ov høga promillu.

 

Kanningin vísir, at 82 prosent av føroyingum heilt víst høvdu roynt at forðað tí. Av teimum spurdu siga 13 prosent, at tey kanska høvdu roynt at forðað tí. Bert 1 prosent av teimum spurdu siga, at tey ikki høvdu lagt seg útí.

 

 

Hetta vísir, at ein munandi partur tekur frástøðu frá rúsdrekkakoyring, men at tað kortini er ein partur, sum ikki heldur seg hava skyldu at forða tí.

 


Hyggja vit at kynsbýtinum í Gallupkanningini, er munurin ikki tað stórur – 84 prosent av kvinnum og 80 prosent av monnum siga seg heilt vist forða rúsdrekkakoyring.

 

 

Í aldursbýtinum er greitt, at eldru ættarliðini í minni mun vilja leggja seg útí enn tey yngru. Millum føroyingar 60 ár og eldri, svara 74 prosent játtandi, meðan tað millum tey 25-39 ára gomlu eru 89 prosent, sum heilt vist høvdu forðað sínum medmenniskjum at koyra við ov høgari promillu.

 

- Hetta stuðlar undir varhugan av, at hugburðurin til rúsdrekka er munandi broyttur seinnu árini, og fólk í alt størri mun taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.