Í fjør varð skipan roynd við fløskuinnsavnan, sum kommunan skipaði fyri, og hendan gjørdist framúr væleydnað. Eitt var, at bæði ung sum gomul við hesum høvdu møguleika at ogna sær nakrar eyka krónur, tá fløskufongurin varð avreiddur. Men hartil varð talið av bæði brotnum og heilum fløskum í Havnar gøtum so lítið, sum tað sjáldan áður hevur verið. Aftur í ár verður tikið