T Í løtuni viðgerð Løgtingið eitt uppskot um at broyta tryggingarlógina.
Ein tann stóra broytingin í hesum verður, at nú skal kapping fáast á økinum.
Higartil hevur tryggingarmarknaðurin verið fullkomiliga afturlatin so at útlendsk tryggingarfeløg eru ikki sloppin at virka í Føroyum og føroysk tryggingarfeløg eru ikki sloppin at tekna tryggingar uttanlands.
Men hetta skal nú broytast so at marknaðurin verður latin upp.
Sostatt skulu útlendsk feløg sleppa at virka í Føroyum og somuleiðis skulu føroysk tryggingarfeløg sleppa at tekna tryggingar uttanlands.
Men hesum stúrir stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum ikki fyri.
- Vit síggja hetta meir sum ein møguleika fyri at økja um okkara virksemi, heldur enn sum eina hóttan um, at útlendskt tryggingarfeløg koma til Føroyar at kappast við okkum, sigur Gunnar í Liða, stjóri í tryggingini.
- Vit síggja nýggjar møguleikar í hesum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at nú kann Tryggingarfelagið Føroyar eisini tekna tryggingar uttanlands og tað kann geva nýggjar møguleikar at menna felagið.
Og uttanlands eru ymsir møguleikar.
- Ein møguleiki kann vera at tryggja føroysk áhugamál uttanlands. Ein annar møguleiki kann vera at fara í samstarv við eitt útlendskt tryggingarfelag.
- Men talan kann eisini vera um at Tryggingarfelagið Føroyar beinleiðis stovnar deildir ella tryggingarfeløg uttanlands, sigur hann.
Enn vil Gunnar í Liða kortini ikki vera meiri ítøkilig um, hvørjar tankar, teir hava spælt sær við á hesum øki.