Dagrøktarmammur í høvuðsstaðarkommuni fáa nú ein lættari gerandisdag. Barnatalið verður helst minkað úr fýra niður í trý børn Tað er eftir áheitan frá dagrøktarum og dagrøktarskipanini, at Kommunan eftir øllum at døma fer at lækka barnatalið. Hetta tí tað seinnu árini er vorðin ein alsamt størri trupulleiki, at børnini í dagrøktarskipanini gerast alsamt yngri. Hetta tí stovnstilboðini eru vorðin munandi betri.
Í Havn eru børnini millum 6 og 20 mðr, ímeðan børnini hjá dagrøktarum í Kollafirði, eru úr 6 mðr. upp í trý ár. Í løtuni eru 91 børn í skipanini, 29 í Kollafirði og 61 børn í Havn.
Bæði umsitingin í dagrøktini og dagrøktararnir siga, at dagrøktararnir hava ilt við at nøkta tørvin hjá tí einstaka barninum og siga seg ikki kunnu liva upp til endamáls-orðingina í lóg fyri dagstovnar og dagrøkt. Snøgt sagt, tí dagrøktarnir meta ikki, at teir kunnu geva fýra børnum, ið eru heilt niður í 6 mánaða aldur, ta neyðugu umsorganina, tryggleikan og nærleikan.
Ynskið er tí, at dagrøktarar kunnu minka um barnatalið, uttan at hetta eisini merkir eina lønarlækkan.
Hóast talan verður um eina eyka útreiðslu hjá kommununi, so hava Barna- og ungdómsdeildin, Mentanevndin og fíggjarnevndin øll tikið undir við tilmælinum. Og tí er væntandi, at nýggju reglurnar verða samtyktar á býráðsfundi í annaðkvøld.
Ein avleiðing av hesum verður, at barnagjaldið fyri børn í dagrøkt fer upp. Væntandi upp á sama støði sum gjaldið til vøggustovupláss.