Taka eisini ímóti børnum í alt summar

Hetta er fyri at kanna tørvin, sigur forkvinnan í sosialu nevnd

Eitt endamál við hesum er at vita, hvussu stórur tørvurin er. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, forkvinna í Sosialu nevnd í Tvøroyrar Býráð.

Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at barnagarðurin skal ikki lata aftur í summar, sum hann plagdi, men hava opið alla tíðina. Somuleiðis verður frítíðarskúlin eisini opin í alt summar.

Tey vita ikki, hvussu stórur tørvur er á barnaansing í summar, men tey vænta ikki at barnagarðurin verður so fullur, sum hann plagar.

Annars er hetta roynt fyrr, men tá vóru tað ikki serliga nógv foreldur, sum brúkti møguleikan. Men nú verður hetta so roynt í summar, og so verður støðan eftirmett tá ið summarið er farið aftur um.

Sjálv væntar forkvinnan í Sosialu nevnd, at tað verður ein tørvur á barnaansing í summar, tí tað er ymiskt, hvussu er við ferium hjá fólki. Serliga væntar hon, at tað verður hent hjá summum, at frítíðarskúlin verður opin, tí summarferian hjá skúlabørnum er nógv longri enn hon er hjá foreldrunum.

Í barnagarðinum er pláss fyri 144 børnum og frítíðarskúlin er fyri børn í fyrsta og øðrum flokki.