Klaksvík: - Tað undrar kanska mong, at ein byggifyritøka í Klaksvík fer undir eina slíka ætlan. Men eg tori at siga, at henda verkætlanin er væl gjøgnumhugsað og væl fyrireikað, sigur samskiparin.
Nógv hvukku helst við, tá tey fyrr í vikuni frættu um ætlanirnar um at byggja í fyrsta lagi seks íbúðir á Norðoyri. Kann ein byggifyritøka í Klaksvík fremja eina slíka ætlan í verki?
- Ja, siga teir báðir stjórarnir í Norðhús, brøðurnir Hjalti og Rógvi Josephsen. Og tað sama sigur Jógvan við Keldu.
Fyri teir tríggjar er eingin ivi um, at júst nú er rætta tíðin til eina slíka verkætlan:
Fíggingin er lagalig; árstíðin er tann rætta til slíka bygging; nógvir handverkarar ganga fyri einki; og lætt er at seta eitt gott lið av góðum handverkarum til arbeiðið.
- Vit fara undir ætlanina, so skjótt sum tær fyrstu seks íbúðirnar eru seldar. Ikki fyrri, sláa teir fast.
Ætlan teirra miðar eftir at byggja 72 fermetrar stórar íbúðir á einum øki, ið teir longu hava gjørt byggibúgvið á Norðoyri. Kostnaðurin fyri hvørja íbúð er 1,1 mió krónur.
Stødd og fígging
Tey, ið hava áhuga fyri bygging í Norðoyggjum og øðrum støðum kring landið, kennast uttan iva við navnið Norðhús.
Bæði í Havn, Eysturoynni og í Norðoyggjum standa nógv bygningsverk sum prógv um, at hetta er ein seriøs fyritøka. Bara í Klingrugarði í Klaksvík hevur fyritøkan bygt átta av 10 bygningum, umframt Badmintonhøllina og nýggja Bónus-handilin í Klaksvík.
Nú ynskja teir at taka næsta stigið, við at bøta um tørvin hjá teimum, ið heldur hava hug at búgva í eini íbúð á Norðoyri, enn byggja sær síni egnu hús.
Í Klaksvík hevur ein royndir við at byggja raðhús fyri mongum árum síðani. Royndirnar av hesum hava verið so mikið góðar, at fólk ikki vilja flyta út úr teimum. Og teir tríggir menninir hava eisini sæð og hoyrt um áhugan hjá fólki fyri ætlan teirra.
Økið á Norðoyri hevur ligið byggibúgvið í nærum eitt ár, og nú skal so ætlanin setast í verk. Men til hvønn venda tær sær?
- Í dag eru nógv eldri fólk í Klaksvík sum ynskja sær eina minni íbúð, enn tey húsini tey higartil hava búð í.
- Hinegin vita vit eisini um ungfólk, ið hava áhuga fyri hesi íbúðunum. Her er møguleiki hjá pørum, ið annaðhvørt eingi børn hava, ella hava eitt ella tvey. Kostnaðurin og fíggingin gera helst eisini sítt til stóra áhugan, sigur Jógvan við Keldu.
Men berur áhugi byggir ongar íbúðir. Tí verður skipað fyri einum kunnandi fundi fríggjakvøldið, har væntandi meiri greitt verður, um ætlanin gerst veruleiki.
Fimmfaldaðir íbúgvar
Um og tá tær 12 íbúðirnar gerast veruleiki, fer tað at økja munandi um fólkatalið á Norðoyri. Veruleikin er, at seinastu 20 árini er talið av íbúgvum í bygdini nærum fimmfaldað.
Í 1988 búðu ikki fleiri enn 20 fólk í bygdini, men bara tvey ár seinni var fólkatalið komið uppá 54. Og síðani hevur tað bara gingið ein veg. Í dag búgva sostatt sløk 100 fólk her, og er tað tað mesta nakrantíð.
Hóast bygdin liggur nakað burtur frá miðbýnum í Klaksvík, er tað ikki longri enn so, enn at tað er eins stuttur vegur haðani til t.d. skúlarnar í miðbýnum, sum tað er hjá teimum, ið búgva ovarlaga í býnum.
Av Norðhús verður sagt, at økið har bygt verður á, er slætt og tí vælegnað sum bústaðarøki. Og ta løtuna, ið lagt verður til brots av álvara, fara tað væntandi ikki at ganga meiri enn sjey mánaðir, til flytast kann inn.
- Vit miða eftir at tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn í íbúðina longu í ár, sigur ein vónríkur Jógvan við Keldu.
Ber 10 % í eginpeningi
Á tíðindafundi í Norðhús týsdagin kom fram, at Húsalánsgrunnurin hevur játtað at fíggja ætlanina.
Sambært samskiparanum, Jógvan við Keldu er henda júst av slíkum slagi at Húsalánsgrunnurin kann siga gott fyri hana. Og teir vilja átaka sær at fíggja 90 % av kostnaðinum.
Tað vil siga, at keyparin í roynd og veru einans skal útvega 110.000 krónur sjálvur, meðan grunnurin fíggjar restina.
Tríggir møguleikar verða fyri fígging - yvir 15, 20 og 28 ár. Við lágari rentu, í løuni 4,5 %, verður mett, at fólk flest kunnu fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Ein vansi er sjálvandi hann, at fjarstøðan ger at neyðugt er hjá fólki at hava bil.
- Ein sannroynd er, at í dag er að nærum eins bíligt at eiga sum at leiga, sigur Jógvan við Keldu frá ráðgevandi fyritøkuni Mercant. Hann hevur loyst uppgávur fyri mangar ymiskar fyritøkur, og hevur nú savnað teir ymisku træðrirnar í byggiætlanini hjá Norðhús savnaðar.