Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin
------
Hóast landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, longu tann 22 apríl visti, at eldraøki manglaði pening og at ógvusligar sparingar vóru settar í verk longu 1 januar 2013, valdi hon ikki at biða um meir pening á eykajáttanini, ið var løgd fram á ting 8 dagar seinni.
Tað skuldu fleiri mótmælir til, ikki fyrr enn 200 starvsfólk og avvarðandi møttu upp í almannamálaráðnum, boygdi samgongan seg.
Halda fast við sparikósina
Nú síðsta dagin ið tingið var saman kom ein umbøn um eykajáttan á tingborð. Ein skuldi trúð, at so fór at verða biðið um allan peningin, ið tørvur var á, men so var ikki. Landstýriskvinnan bað um 4,1 millión hóast tørvurin er 6,2 milliónir. Hetta við ikki at útvega nøktandi játtan merkir í veruleikanum, at samgongan heldur fast við sparikósina og bert vil taka ringastu avleiðingarnar burtur, heldur enn at strika sparingarnar.
Vit skulu minnast til, at hetta eru sparingar, ið leggja eitt ómenniskjansligt trýst á starvsfólkini í eldrarøktini. Fyri tey eldru er avleiðingin enn verri, tey vera útsett fyri eini sera óvirðiligari viðferð. Útreiðslur til mat, reingerð og náttarvakt vóru skerdar, hetta gongur beinleiðis útyvir røktina av teim eldru.
Heimatænastan er eisini illa sperd, men tann partin verður onki gjørt við. Umberingin fyri ikki at biða um neyðuga peningin til eldrarøktina er, at restin skal finnast við sparingum innan leiðslubygnaðin. Hetta, at minka um leiðslubygnaðin er harðliga tiltrongt. Trupulleikin er bert at ein tílík tilgongd ikki gevur sparingar her og nú, men á longri sikt.
Peningurin er tøkur
Andstøðan legði broytingaruppskot fram um at játta allar 6,2 milliónirnar og vit vístu á, at til bar at finna peningin á kontuni fyri rentustuðul, tí útreiðslurnar til rentustuðul eru minni enn mett var. Tað er sera harmiligt at hetta uppskotið fall. Tá ið upplýst er, at hetta er peningurin ið skal til og tá ið vísast kann á hvar peningurin kann finnast, so er ongin umbering fyri at fella broytingar uppskotið.
Ongin lønarframskriving í 2014
Tað er at fegnast um, at samgongan, hóast alt játtaði 4,1 millión til eldrarøktina. Men tað er neyðugt at finna eina langsiktaða loysn á trupulleikarnir innan eldrarøktina. Samgongan hevur ikki lagt upp fyri løn- og prísvøkstri fyri 2014 innan eldrarøktini, so neyðugt verður at finna henda peningin til fíggjarlógina í heyst. Vónandi verður ikki neyðugt hjá starvsfólki og avvarðandi aftur at rópa upp í heyst, um vantandi játtan. Skal ein varandi loysn finnast, er neyðugt at gera upp við sparikósina tí tað ber hvørki til at spara seg til vælferð ella vøkstur.