Seinnapartin í dag fer Løgtingið at taka støðu til, um felagið, sum ætlar at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, skal fáa longda freist at útvega fígging til ætlanina. Upprunaliga var freistin 1. desember, men stígur kom í ætlanina, tá ið Eik-samtakið sum átti í felagnum, kom í trupulleikar.
Tí er ætlanin nú at leingja freistina til 1. august.
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum er ikki heilt samd um málið. Meirilutin, sum er
Alfred Olsen, Jákup Mikkelsen, Hans Pauli Strøm, Mikkjal Sørensen, Poul Michelsen
og Heini O. Heinesen, halda, at tað er rímiligt og umráðandi, at freistin verður longd.
Hinvegin ger minnilutin, Bjørt Samuelsen, greitt, at hon tekur undir við ætlanini, men at tað skal vera tað almenna, sum ger tunnilin.
Sostatt bendir alt á, at hetta verður samtykt seinni í dag, hóast ábendingar fyrr í ár kundi bent á tað øvugta.
Tann ábendingin kom seinast í januar, tá ið Jóannes Eidesgaard, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður Javnaðarfloksins, staðfesti, at nú upprunaliga freistin tann 1. Desember ikki helt, var eitt gylt høvi at fáa ætlanina aftur á beint, sum hann tók til.
Tað, hann sipaði til var, at tað skuldi vera eitt alment partafelag, sum skal gera tunnilin. Men javnaðarfólkini í Trivnaðarnevndini taka nú undir við, at privata felagið fær longda freist.
Somuleiðis kann staðfestast, at alternativa ætlanin, sum Frank Hansen, verkfrøðingur, hevur skotið upp, verður ikki tikin upp á tungu og er ikki við í viðgerðini yvirhøvur, hóast hann vísir á, at fleiri fyrimunir eru við hansara ætlan.
Hann sigur, at hansara ætlan er bíligari og hon gagnar fleiri fólkum enn undirsjóvartunnilin, tí eftir henni verður høvuðsfarleiðin í Føroyum styttri hjá øllum, uttan akkurát hjá teimum, sum búgva uttarliga á Skálafirði.