Taka av

Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71, var ovurfegin, tá hon frætti um rimmar gávuna, sum Rainbow Seafood nú letur føroysku meistarunum í manshondbólti.

- Hetta er ein fantastisk gáva til føroyskan hondbólt at fáa. Ikki minst, tí hetta bara er til hondbóltin og ikki til nakað ávíst felag.

Men treytin er, at tit taka lut í Europa-Cup. Ætla tit tað?

- Hetta er í øllum førum nakað, sum ger, at vit kunnu hugsa um tann møguleikan. Og eg rokni við, at tað eisini verður veruleiki. Stóra takið í tí sambandinum er sjálvandi fíggjarligi parturin, har fleiri lið hava havt sera tungt við at svara hvørjum sítt eftir slíka luttøku. Men hóast kostnaðurin av eini europiskari luttøku í stóran mun veldst um, hvar tú skalt spæla, so er hetta ein somikið góður stuðul, at tað kann bara virka sum eggjandi hjá felagnum at fara í Europa at royna seg, sigur Sunneva Jakobsen.