Taka atfinningarnar til eftirtektar: Ólavsøkan verður kanska broytt

Høvuðsfyrireikararnir, eru ikki ósamdir í hørðu atfinningunum ímóti at øll ólavsøkan er trunkað saman á Skálatrøð

Tað kann væl henda, at ólavsøkan fer at vera broytt næsta ár.

Tað siga bæði Harald Joensen formaður í Tórshavnar Ítróttarráði, og Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Og tað siga tey við Sosialin hetta vikuskiftið, beint upp undir ólavsøkuna.

Tað festi rættiligan eldr í tá ið Heini í Havn Magnusesen skrivaði eitt lesarabræv á www.in.fo, og í Sosialinum har hann harðliga fanst at mátanum ólavsøkan er skipað upp á, serliga at øll tiltøkini fyri børn er miðsavnað niðri á Skálatrøð.

 

Les meiri um tað her: Tað er herverk at flyta ólavsøkuna oman á Skálatrøð

 

Harald Joensen sigur, at tey í Ítróttarráðnum eru ikki ósamd, men at Tórshavnar Býráð hevur sýtt fyri, at tiltøkini á Skálatrøð verða flutt niðan í býin.

Hann heldur ikki, at umstøðurnar á Skálatrøð eru nóg góðar, og at tað er orsøkin til nógvar av trupulleikunum, sum eru.

Hinvegin er hann ikki samdur í, at tiltøkini til børn eru so dýr, at ein vanlig barnafamilja hevur ikki ráð at fara á Skálatrøð, sum Heini í Havn tekur til.

Gunvør Balle, vísir á, at spurningurin um at flyta ólavsøkuna, er viðgjørdur politiskt í býráðnum, men umsitingin hevur greitt frá, at tað ber ikki til at broyta nakað í ár.

Hon sigur við Sosialin, at tá ið hendan ólavsøkan er farin aftur um, fara at tey í býráðnum at viðgera hesi viðurskiftini við tí endamálið at flyta fleiri tiltøk av Skálatrøð, niðan í býin. Og hon sigur eisini, at næsta ár verða broytingar gjørdar.

Tú kanst lesa meiri um hetta í nýggjasta Sosialinum