Taka atfinningarnar til eftirtektar

- Tað er sera óheppið, um fólk føla, at kunningin frá Almannastovuni er ónøktandi. Eisini um tey føla, at tey heldur ikki hava fingið ráð og vegleiðing um, hvat tey kunnu gera. Tað taka vit til eftirtektar og gera betur, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni

ALMANNASTOVAN

Seinasta summar fingu gott og væl hundrað fólk, sum høvdu Sjálvbodna Dagpeningatrygging at vita, at tey ikki longu vóru umfatað av lógini. Orsøkin var ein broyting í dagpeningalógini nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. Í broyttu dagpeningalógini duttu hesi ímillum nakrar greinir í lógini, og vórðu tí víst til forsorgarhjálp um so illa vildi til, at tey vórðu sjúk. Hendan støðan var ógvuliga mannminkandi og ósømiligt fyri hesi fólk, ikki minst tá ið hugsað verður um, at hetta alt vóru væl útbúgvin fólk, sum í allar mátar royna og ætla at klára seg sjálvi. Og vit skulu hava í geyma, at Sjálvbodna Dagpeningaskipanin var ein trygging, hesi fólk sjálv høvdu tikið stig til at gjalda til, og skal ikki samanberast við eina almanna veiting.
Tá ið lógarbroytingin var gjørd og lýst, fingu tey útihýstu eina kunning, sum ikki segði nakað um orsøkina til, hví tey skuldu úr skipanini, og sum heild reisti fleiri spurningar, enn hon svaraði.
Millum hesi, sum skuldu úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, vóru eitt nú sjálvstøðug vinnurekandi og listafólk, sum høvdu arbeiði við síðuna av sínum listarliga arbeiði.
- Tað er ógvuliga mannminkandi og óvirðiligt at fáa eina slíka viðferð. Sjálvbodna Dagpeningaskipanin var dýr, men góð tá vit høvdu brúk fyri henni. Verða vit sjúkar nú, hava vit bara forsorg at dúva uppá, og tað vil eingin okkara, søgdu tríggjar listarkvinnur, sum vit høvdu viðtal við í januar í ár.
Eftir, at hetta var greitt, var fundur millum leiðsluna í Almannastovuni og LISA, sum er felagsskapurin hjá listafólki í Føroyum. Á hesum fundi fingu umboðini fyri LISA at vita, at ein onnur grein í lógini loftaði hesum fólkum, og at hesir tryggingartakararnir skuldu fáa at vita beinanvegin, hvat síðani skuldi gerast. Men sum skilst hava listafólkini og LISA enn ikki frætt frá Almannastovuni, hóast meiri enn eitt ár er liðið síðani lógarbroytingina og hálvt ár síðani málið varð umrøtt í blaðnum.
- At fólkini framvegis ikki hava fingið vegleiðing í, hvat tey síðani kunnu gera, er harmiligt og má eg bara taka til eftirtektar, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Sjálv útblakingin úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini er úrslit av lógarbroyting, sum Almannastovan ikki kann lastast fyri, men tað kann hon hinvegin fyri kunningina ella vantandi kunningina. Listakvinnurnar, vit tosaðu við, søgdu við ein munn, at kunningin var ógvuliga ófantaliga orðað og fekk tær veruliga at føla seg illa.
- Vendir tú tær til Almannastovuna við einum fyrispurningi, uttan mun til, hvør hann er, hevur tú sjáldan kensluna av, at starvsfólkini royna at hjálpa tær. Eingin sigur tað sama og tað virkar sum tey als ikki vita, hvat málið snýr seg um. Tú skalt ikki bert arbeiða sum úlvur á skóg fyri teimum rættindum tú hevur, men eisini skalt tú vera sera áhaldandi og eisini vera væl skorin fyri tungubandinum, søgdu tær.
Hetta eru álvarsligar ákærur, og ikki serliga hepnar hjá einum stovni, sum í seinastu hevur lagt stóran dent á byggja álit upp millum stovn og brúkara. Tískil er upplagt at spyrja stjóran á Almannastovuni, Petru Johnsdóttir Joensen, um, hvussu stovnurin kann tosa um álit, tá ið kunningin skortar so týðiliga.
- Tá ið ein heilur bólkur, sum verður raktur av eini lógarbroyting, følir, at kunningin, sum er farin fram um málið, ikki hevur verið nøktandi og at hon reisir fleiri spurningar enn hon svarar, er tað mín skylda at kanna málið. Øll eiga at verða væl kunnað og hava kensluna av, at Almannastovan umsitur lógina rætt. Tíverri hevur kunningin frá stovninum ikki verið nóg høgt raðfest. At fólk føla, at kunningin er ónøktandi er sera óheppið, eisini um tey føla, at tey heldur ikki hava fingið ráð og vegleiðing um, hvat tey so kunnu gera. Tað taka vit til eftirtektar og gera betur, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Tryggingartakararnir av gomlu Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini finnast eisini at, at teir ikki fingu nakra ávaring um broytingar í skipanini. Til hetta sigur stjórin á Almannastovuni, at stovnurin ikki kann kunna um lógarbroytingar og broytingar í mannagongdum orsakað av lógarbroytingum, fyrr enn lógin er lýst og stovnurin skal umsita hana.
- Hendir tað til dømis, at ein lógarbroyting førir við sær, at nakrir borgarar, sum hava verið umfataðir av eini lóg, vit umsita, verða útihýstir í eini broyting, hoyrir tað til okkara upplýsingsskyldu og vegleiðingarskyldu at kunna borgaran, hvat viðkomandi síðani kann gera, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.