Tað er nú greitt, at tað aftur í ár ber til hjá teimum, sum hava seyð, at sleppa av við ullina.
Tað er aftur Árni Brattaberg, sum tekur ímóti ull í ár Hann harmast, at tað er so seint at ullarmóttøkan kemur í rættlag, tí nógv ull er eyðvitað longu fyribeind.
Men hann sigur, at hann hevur arbeitt við málinum í eina tíð, men at tað er ikki fyrrenn í gjár, at seinastu brikkarnir vórðu lagdir, og tað varð greitt, at tey fara at taka ímóti ull.
Ullin skal vera rein og turr, og tey, sum lata ull, fáa 20 krónur fyri kilo. Men peningurin verður ikki útgoldin, tí hann verður býttur um við vørur frá Sirri, antin pløgg, ella tógv, sigur Árni Brattaberg.
Hann sigur, at tikið verður ímóti ull allan augustmánað, og møttøkustaðið er Búnaðarstovan, hagar ullin skal leverast.
Hann roynri nú at finna onkra skipan fyri Suðuroy eisini, so at eisini suðuroyinga kunnu fáa eitt stað, teir kunnu lata ull inn til.