Átak um vinnugransking og innovatión

Í næstu viku skipa heili fýra landsstýrisfólk fyri átaki um vinnugransking og innovatión Um ein góða viku, fríggjadagin 5. desember, skipa Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri átaki um vinnugransking og innovatión.

- Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða víðari við málinum um Granskarapark, og átakið er liður í hesum arbeiði. Endamálið við degnum er at skunda undir vinnugransking og innovatión, og fáa gongd á aftur málið, at skapa tær bestu vakstrarumstøðurnar fyri hesum øki, skriva tey fýra landsstýrisfólkini í tíðindaskrivi.

Dagurin verður skipaður við stuttum framløgum, sum skulu varpa ljós á tað vakstrarpotentiali ið er, og sum skal kveikja áhugan og eggja til økt samstarv millum vinnuna og granskingina.

Átakið verður í Athøll í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 5. desember frá klokkan 13 til 17.

Sagt verður, at luttøkan er ókeypis, men av tí, at plássið er avmarkað, verða fólk biðin um at boða frá luttøku hjá Vinnumálaráðnum á teldupost vmr@vmr.fo ella á telefon 35 60 60 í seinasta lagi mikudagin 3. desember.