Hans Jákup Eiðisgarð
Tað munnu vera mong EB/Streyma-viðhaldsfólk, sum minnast aftur á dystin millum EB/Streym og B36 seinasta ár á mølini við tungun sinni. Ikki bara tí EB/Streymur tapti dystin, men serliga tí at úrslitið lættliga kundi havt verið eitt heilt annað. Støðan var 2-0 til útiliðið, tá ið ein EB/Streyma-leikari einar 15 minuttir fyri leiklok smekkar til úr umleið 20 metrum. Bólturin støkkur í hondina á Pól Thorsteinsson (um eg ikki fari heilt skeivur), sum loypur fram ímóti skotinum við báðum hondum omanfyri andlitið. "Einki", sigur dómarin. Sera óheppið tá ið hugsað verður um, at hetta var ein góður møguleiki fyri mótpartin at koma innaftur í dystin.
Dagfinn Olsen, ið var dómari hendan dagin, hevur seinni viðgingið sítt mistak eftir at hava sæð sjónbanda upptøkur, men lítið sær tað út til at hava hjálpt honum í síni døming. Dagfinn var nemliga eisini dómari, tá ið EB/Streymur og B36 møttust í avgerandi dystinum á mølini seinasta sunnudag, og ikki kann sigast annað, enn at hann kom sera, sera illa frá uppgávuni, men tað sum serliga fekk blóðið at kóka hjá flestu EB/Streymaviðhalds-fólkunum, og harvið eisini mær sjálvum, var tá ið eitt horna kom innfyri úr høgru síðu, nakað eftir at EB/ Streymur hevði javnað til 1-1, og dysturin aftur var púra opin. Bólturin blívur skallaður ímóti B36-málinum, har Pól Thorsteinsson (mín sann, enn einaferð) stendur á strikuni og slær bóltin vekk við yvirarminum, men ístaðin fyri at døma brotsspark, og geva Póli tað reyða kortið, endaði tað við at Pacek hjá EB/ Streymi bleiv útvístur eftir at hava sagt sína meining.
Enn einaferð ein sera óheppin avgerð hjá Dagfinni, sum eisini vísti seg at hava avgerandi týdning fyri dystin, og endastríðið hjá EB/Streymi sum heild. Men hvussu ber tað til, at Dagfinn ikki dømir? Torir hann ikki? Ella sær hann tað ikki (heldur ikki hesaferð)? Óansæð svarið, og hansara »ynkiliga pástand« í 3-2, so er eitt heilt sikkurt, og tað er at dømingin heilt einfalt ikki er góð nokk. Ikki bara hesaferð, men alt ov ofta.
Hetta er alt annað enn "fair" móti leikarum, ið hava vant hart og miðvíst í langa tíð fyri at røkka einum máli, bert fyri at síggja hetta gleppa av hondum av tilvildarligari og "út um alt mark" vánaligari døming.
Tað er sjálvandi skiljandi, at Dagfinn hálvgrætur í 3-2 eftir at hava verið álopin eftir dyst á Tvøroyri, tí tað átti hóast alt ikki at farið so vítt. Tað er tó undrunarvert at leggja merki til, at hann ferð eftir ferð elvir til slíkan ruðuleika kring vøllin, og eg haldi at Dagfinn, í øllum førum, má síggja buh'ini í ljóðaðu kring vøllin eftir dystin á mølini sum eina ábending um eitt alt annað enn nøktandi avrik, har hann ígjøgnum allan dystin helt eina sera ógreiða linju, og í fleiri førum tók heldur ivasamar avgerðir.
Sannleikin er í roynd og veru tann, at dømingin í Føroyum er alt ov vánalig, og tað er langtfrá bara Dagfinn, sum ferð eftir ferð kemur illa frá dømingini. Tað sæst javnan á sjónbandapptøkunum í 3-2. Og herfrá skal tað heldur ikki ljóða, sum um tað bara eru EB/Streymur, sum vera snýttir fyri bæði eitt og annað. Eitt dømi um hetta, var málið hjá Gert sum legði EB/Streym á odda 2-0 ímóti TB, har Gert týðiliga fekk bóltin í hondina áðrenn hann skoraði. Enn eitt klokkuklárt dømi um, at dømingin í føroyskum fótbólti er alt ov vánalig, men hetta skal Dagfinn so ikki lastast fyri, tí hendan dystin dømdi hann ikki. Og eitt annað kann Dagfinn hóast alt eisini gleðast um, og tað er at bæði Lassin Isaksen og Páll Augustinussen eru enn vánaligari dómarar enn hann sjálvur, og tað sigur ikki so lítið.