“Tak teg saman “

Var fyri stuttum til framúr væl framførda leikin “ Tak teg saman “, sum eg haldi, er ein tann besti og mest tíðarhóskandi leikur, sum nakrantíð er gjørdur, serliga til ung og tannáringar.

Eg fekk við neyð og deyð eitt atgongumerkið til seinastu sýningina, tí útselt var. Og har sótu vit so, nøkur fá tandur kleimd saman aftast í Perluni til hendan góða og meistarliga væl framførda leik.

Sjónleikur á so høgum støði, sum vit altíð síggja frá teimum á Tjóðpallinum, má havi betri umstøður at virka undir, og tí mugu vit fáa ein stásiligan og hóskandi Tjóðpall beinanvegin.

Vit eiga at útbyggja mentanarlívið í kommununi og seta mentan og list á breddan og skapað teimum góðar karmar at virkað undir.

Hóast hetta kanska eru landsuppgávur, so svevur landið og ger einki fyri at menna hetta so týdningarmikla økið. Tó, kortini ikki heilt einki. Tað seinasta er, at landið hevur skorið stuðulin til Mentunargrunnin við einum fimtingi.

Eg vil virka fyri at mentan og list verða raðfest enn hægri í Tórshavnar kommunu, soleiðis at vit fáa ein ríkari bý - ikki bara at liva í - men eisini at trívast í.

Verið eg vald, lovi eg, eftir bestu sannføring, at arbeiða fyri enn meira vælferð í kommununi, øllum borgarum at frama.

Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg


Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga