?Tak setanina aftur

Magistarafelagið leggur hart út í brævi til Annlis Bjarkhamar

STARVSSETAN

Magistarafelag Føroya krevur, at setan landsstýrismansins av landsantikvari verður annulerað. Hetta sigur felagið í brævi til landsstýrismannin, Annlis Bjarkhamar.
Felagið sigur, at teirra niðurstøða er, at limur teirra, Símun V. Arge, ikki kann vera vísur í, at viðgerðin/avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt, soleiðis sum endamálið í setanarpolitikkinum er lýst.
Ì skrivinum til Annlis Bjarkhamar, ið var henni í hendi mánamorgunin, viðger felagið málið útfrá setanini, starvslýsingini og grundgevingini.
Samanumtikið er niðurstøðan hjá Magistarafelagnum greið: Setanin av Steffen Stummann Hansen eigur at verða annulerað.
Annlis Bjarkhamar fer at svara Magistarafelagnum aftur, og sigur seg hava onga ætlan um at broyta sína avgerð.