Tak og strikur eru á veg

Næsta byggistigið í fríðkanini av Steinatúni í miðbýnum í Havn verður at leggja eitt tak oman yvir busssteðgiplássið framman fyri gamla bankabygningin.

 

Í desembur samtykti Tórshavnar býráð einmælt at leggja tak á Steinatún, so fólk hava eitt skjól fyri regni, tá tey bíða eftir bussinum. Samstundis vórðu pengar settir av til arbeiðið.

 

Talan er um eitt tak, ið skal vera bæði bussskýli og uppihaldsstað. Á býráðsfundinum bleiv nevnt, at ymiskt kundi setast upp undir takinum, sum fólk kunnu stytta sær um tíðina við, eitt nú nakrar reiggjur ella líknandi.

 

Birita Wardum, býarverkfrøðingur, sigur, at arbeiðið hevur verið eitt sindur seinkað higartil, men verður boðið út í næstum.

 

Eisini fer tekniska deild at gera nýggja vegamerking í Steinatúni, sum greitt vísir nýggja koyrimynstrið. Tá torgið bleiv gjørt av nýggjum bleiv koyrimynstrið broytt, og tað er ikki so sjáldan, at eitt sindur av ruðuleika valdar, tí enn eru nøkur, sum koyra mest sum av vana. Og lítið nyttar at hyggja at vegamerkingini, tí hon er heldur ikki tillagað nýggja mynstrinum.

 

Næsta byggistig verður at fríðka um gamla Steinatún og millum annað at flyta ljóskurvarnar, men enn er ógreitt, nær tað arbeiðið byrjar.