Løgreglan í Italia tók leygardagin níggju menn, sum hava havt leiðandi leiklut í virkseminum hjá mafiuni á oynni Sisilia, og sum sambært løgregluni høvdu lagt ætlanir um at beina fyri nøkrum tjóvum, sum hava órógvað virksemið hjá mafiuni í seinastuni. Millum teir tiknu er Tommaso Camella, sum hevur staðið á odda fyri mafiuni í býnum Prizzi. Løgreglan sigur, at hon fekk frænir av morðætlanunum við lurta eftir telefonini hjá nøkrum mafialimum.