Tak avbjóðingina

Í blaðnum í dag lesa vit um tveir ymiskar persónar, sum á hvør sín hátt hava valt at taka av eini serligari avbjóðing. Teir hava sett sær eitt serligt mál, og gera síðani tað, ið krevst fyri at røkka málinum.

Drívmegin hjá slíkum persónum er áhugaverd. Líka mikið um tú súkklar 1200 kilometrar fyri at savna pengar til frama fyri børn við krabbameini og familjur teirra, ella tú vil vera fyrsti føroyingur á heimsins hægsta tindi, vil føra Merkið 8848 metrar upp í loft.

Drívmegin er tað, ið fær okkum at gera meira enn tað vanliga. Í so máta kunnu vit øll læra nakað av søgunum hjá Akseli Haraldsen og Arna Vatnhamar. Annar brúkar drívmegina til frama fyri eitt gott endamál, hin fyri at koma á føtur aftur persónliga og broyta lívsstíl. Hvør einstakur av okkum hevur eisini mál, sum í løtuni kunnu tykjast veruleikafjar. Men hesir báðir, Aksel og Arne, fortelja okkum, at tað sum kann tykjast fjart í dag, kann gerast veruleiki í morgin.

Tann boðskapurin kann ikki sigast nóg ofta. Hann er lívsjáttandi og gevur árræði í mótgangi.

Hin parturin, at arbeiða miðvíst fram móti málinum, er eisini áhugaverdur. Bæði hjá hvørjum einstøkum av okkum, men eisini fyri okkum sum samfelag.

Tí eitt greitt mál er nakað, ið tey flestu kunnu fyrihalda seg til. Líka mikið um málið er 1200 kilometrar á súkklu í ein sunnan, 8848 metrar upp á heimsins hægsta tind, ella ein greiður politikkur fyri ávíst øki av okkara samfelag.

Í greiða málinum liggur ein greið leið. Ein klokkuklár farleið, sum má haldast. Møguligir snávingarsteinar og forðingar á vegnum mugu vera við í fyrireikingunum. Eisini hetta kann førast yvir á okkara samfelag, sum vit øll hava ábyrgdina av.

Vilja vit hava fólkavøkstur aftur í landinum, so er at seta sær greið mál fyri tí. Vilja vit hava eitt betri tilboð til okkara eldru borgarar, so er at seta sær greið mál fyri tí. Vilja vit hava ein betri skúla til okkara børn og ungu, so er at seta sær greið mál fyri tí. Tað er ein avbjóðing, tá hall er á fíggjarlógini og raðfestingarlistin langur.

Drívmegin er at vilja og brenna so mikið fyri málinum, at man er til reiðar at gera nakað eyka fyri tí. Og so er at taka avbjóðingina, og arbeiða miðvíst fram móti málinum. Tað kann samfelagið læra av Akseli, Arna og øðrum av sama kaliber.