Taiwan upp í oyggjastríðið

Meiri enn 60 fiskiskip úr Taiwan eru nú á veg til oyggjarnar, sum Japan, Kina og Taiwan kanna sær. Fiskiskipini, sum ætlandi koma til oyggjarnar í morgin, eru ikki einsamøll, tí tíggju vaktarbátar fylgja teimum. Umborð á fiskiskipunum eru skelti, sum siga, at oyggjarnar hoyra til Taiwan.

-Vit fara at taka øll neyðug stig fyri at verja okkara fiskimenn, og vit útihýsa ikki møguleikanum fyri at brúka makt, sum japanar leypa á, sigur Wang Chin-wang hjá taiwansku sjóverjuni við tíðindastovurnar.

Fyrr í dag komu kinesisk herskip inn í sjóøkið, sum Japan kannar sær, og myndugleikarnir í Tokyo hava sent mótmæli til Beijing. Kinesiska havumsitingin sigur í einari viðmerking, at talan er um sivil skip, sum verja landsins rættindi.

Tað er nógvur fiskur á leiðunum við tær umstríddu oyggjarnar, og hildið verður, at har er eisini nógv ríkidømi undir havbotninum.