Sjóverjan á Taiwan veit í morgun at siga, at tey halda einum kinesiskum farmaskipi aftur, eftir at ein samskiftiskaðal við oynna er slitin.
- Skipið, sum verður afturhildið og er tikið inn til Taiwan, er skrásett í Togo í Vesturafrika, og málið verður viðgjørt sambært tjóðarreglum um trygd, sigur sjóverjan.
Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at talan er um ein samskiftiskaðal, sum liggur eftir botninum millum Pengu-oyggjabólkin í Taiwansundinum og Taiwan.
Sambært myndugleikunum á Taiwan varð kaðalin slitin tíðliga í morgun.
- Um orsøkin er tilætlað herverk ella eitt óhapp vita vit ikki í løtuni. Tað fara kanningarnar at staðfesta, sigur sjóverjan á Taiwan sambært NTB.