Tætt í toppinum hjá kvinnum

HB fekk ber javnt í vikuskiftinum, og liðini aftanfyri fingu øll stig.

Tað gjørdist tættari í toppinum í bestu kvinnudeildini eftir dystirnar í fjórða umfari av landskappingini.

Oddaliðið HB hevði dyst á Eiði, har tað er trupult at fáa øll stigini við sær, og tað eydnaðist heldur ikki hjá HB. KÍ og LÍF spældu javnt í Lorvík, og B36 vann sín dyst móti Skála við greiðum muni. Í Sumba fekk heimaliðið sín næsta málleysa javnleik í ár.

HB var omaná leikliga í dystinum, sum var spældur á Mølini á Eiði. Serliga fyrra hálvleiki hevði HB nógv spæl, men tað eydnaðist teimum ikki at gera nakað mál hesi trý korterini. Hinvegin tóku Eiðiskvinnurnar kjansin, tá tær fingu hann. Og tað fingu tær stutt fyri hálvleiki, tá Lydia Vesturtún skoraði sítt næsta mál í ár.

Í seinna hálvleiki royndi EB at koma meira við í dystin, og tær byrjaðu væl eftir steðgin. HB kom tó fyri seg aftur, og tað eydnaðist teimum at javna EB-leiðsluna við máli, sum Ann Hansen gjørdi.

Javnleikur var eisini úrslitið av dystinum, og við tí úrslitinum mist HB fyribils tryggu oddastøðuna hjá sær, men tær eru framvegis fremst, eitt stig frammanfyri grannarnar B36.


Rakul sá reytt

B36 hevði dyst móti Skála í Gundadali, og eins og seinastu tveir dystirnar mátti Skála lúta við fleiri málum. Skála-liðið er ikki tað, tað var í fjør, og tað merkist tá garvaðir stuðulsleikarar ikki eru við.

Hjá B36 er støðan betri, og hóast føroyameistaranir máttu spæla uttan toppskjúttan Rakul N. Joensen í meginpartinum av dystinum, eftir at hon fekk reytt kort fyri at sláa bóltin við hondini, var eingin trupulleiki við at fáa sigurin heim.

Breiddin á B36-liðnum er væl størri enn á Skála-liðnum, og tá toppskjúttin reyk út, vóru tað aðrar sum tóku sær av málunum. Sólva Joensen og Arnbjørg Danielsen skoraðu tvær ferðir og verjuspælarin Sólgerð Viderø setti punktumið við máli til 5-0.

Hini úrsltini lagaðu seg sera væl fyri B36, tí øll hini liðini í oddinum fingu bert eitt stig burtur úr 4. umfari.

B36 tók seg fram um LÍF og KÍ og er nú á 2. plássi.


LÍF javnaði

Í Lorvík var dystur millum tvey av oddaliðnum, og hann endaði við javnleiki 2-2.

LÍF var á odda í hálvleikinum, eftir at KÍ hevði gjørt sjálvmál, men beint eftir steðgin tók KÍ sær um reiggj, og skoraði tvær ferðir. Báðu ferð var tað Maria Jacobsen, sum skoraði, og málini vóru sera lík. Hon royndi seg við høgum skoti úti frá, og hvørgu ferð fekk LÍF-málverjin fatur á bóltinum. Seinnu ferðina sat bólturin dygst úti við stólpan.

Men LÍF kláraði at javna leiðsluna hjá KÍ, og fekk meira burtur úr hesaferð, enn tá liðini fyri tveimum vikum síðani hittust í steypakappingini. Tá vann KÍ, men toppskjúttin Kristina Eyðbjørnsdóttir syrgdi við sínum sjeynda máli í ár fyri, at LÍF fekk eitt stig burtur úr hesumdystinum, og liðið helt seg við javnleiki frammanfyri KÍ, og er á triðja plássi.


Aftur málleyst

í Sumba

Bæði Sumba og B68 tvífaldaðu sína úrtøku í stigum, tá liðini hittust á Krossinum sunnudagin.

Hvørki av liðunum kláraði at gera mál, hóast kjansir vóru til tað, og tey máttu lata seg noyða við eitt stig í part. Hetta er aðru ferð í ár, at Sumba spælir málleysan dyst á heimavølli, og higartil hava tær ikki klárað at skorað í teimum fýra landskappingardystunum, sum tær hava spælt. Nógv mál eru ikki í Sumba-liðnum, tí í fjør skoraðu tær bert seks mál í allari kappingini, og tað var tríggjar ferðir so lítið sum næsta liðið.

Men bæði Sumba og B68 tóku seg eitt stig fram um Skála, sum er botnlið í løtuni. Skálakvinnur hava bara tapt, síðani tær í fyrsta umfari fingu javnt móti B68, og støðan sær ikki góð út.

Eitt lið flytir í ár beinleiðis niður í 2. deild, og næstaftasta liðið skal spæla móti fremsta liðnum í 2. deild um eitt pláss í bestu deildini. Hetta er ein liður í ætlanini at minka um talið av liðunum í bestu deildini til seks lið.

Næstu ferð verður botndystur millum Skála og Sumba á Skála, og tað er av alstórum týdningi fyri Skálakvinnur at fáa okkurt burtur úr. Skulu tær hava fleiri stig í ár, mugu tey helst fáast frá liðunum, sum liggja í botninum, og Sumba er eitt av teimum.

Annars hittast oddaliðini í innanhýsisdystum. KÍ og B36 fara at dystast í Klaksvík, og í Gundadali verður spennandi dystur millum HB og LÍF. Seinasti dysturin verður millum. B68 og EB á Svangaskarði.

ek