Tær úr Klaksvík vóru bestar og næstbestar

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Tað var Sævarmoy, sum eina løtu bjóðaði Fípuni Føgru av

Tað var nýtt met, tá ið Fípan Fagra við gentum fór um málið í Vestmanna. Tíðin var 04:59.33. So skjótt hevur eingin bátur við gentumanning áður róð 1000 metra teinin í Vestmanna.

 

Sigurin var greiður, tí tað vóru fleiri enn trý sekund aftur til næsta avbjóðaran. Fípan Fagra hevur vunnið allar fimm róðrarnar í ár, og harvið eru tær úr Klaksvík stórfavorittar at vinna FM heitið.

 

Einasti avbjóðarin í dag var Sævarmoy, sum eisini er báturin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Sævarmoy legði seg eftir startspurtin á odda, og eina løtu var frástøðan aftur til Fípuna Føgru og Teistan eina hálva bátslongd. So munaðu tøkini hjá teimum umborð á Fípuni Føgru meiri, og áðrenn tað varð farið undir endaspurtin var eingin ivi um, at Fípan Fagra eisini í dag fór at vinna.

 

1Fípan Fagra (KRF)04:59.33
2Sævarmoy (KRF)05:03.02
3Teistin (AR)05:11.30
4Firvaldur (FSR)05:13.12

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Fípan Fagra (KRF)35
2Teistin (AR)27
3Firvaldur (FSR)26
4Sævarmoy (KRF)22
5Svanur (Skála)9