Í samband við mentanarvikuna í Runavík verður høvi at læra line dans í Kafé Hæddini í Saltangará.
Hetta tiltak verður mikukvøldið 23. oktober frá klokkan 20-21.30 og fríggjakvøldið 25. oktober frá klokkan 19-20.30.
Tað eru tær báðar, Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest, sum í fleiri ár hava havt úr at gera við at undirvísa í fimleiki á Skálafjørðinum, sum nú á mentanarvikuni fara at undirvísa í dansi.
Eftir undirvísingina nevndu kvøld verður kaffi, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tey, sum ætla sær við, kunnu venda sær til Jóhonnu Petersen og Jóhonnu Troest.