Undan summarsteðginum gekk tað illa hjá meistarunum úr Klaksvík at skjóta mál. Hóast leikliga yvirvág í fleiri dystum, so endaðu fýra dystir við málleysum javnleiki.
Nú er av álvara vend komin í. Sunnudagin vann KÍ 14-0 á Sandi. Í fínum summarveðri í Klaksvík kvøld var B36 gestur, og árstalsfelagið noyddist suður aftur við 8-0 tapi. Hetta er nógv størsta B36 tapið í ár. Tað vil siga, at KÍ hevur seinastu lítlu vikuna vunnið seks stig við málmuninum 22-0.
Á Sandi skoraði Evy á Lakjuni fýra mál, og í kvøld skoraði Evy á Lakjuni fimm mál. Hálvleiksstøðan var 3-0. B36 helt tørn inntil í 24. minutti, tá ið Evy á Lakjuni setti hol á. Fimm minuttir seinni økti Tóra Mohr um munin til 2-0, og sjey minuttir undan steðginum økti Evy á Lakjuni um munin til 3-0.
Í seinna hálvleiki helt B36 tørn í 20 minuttir, men so gekk tað skjótt hjá KÍ at skjóta mál. Innanfyri ein minutt skoraðu Evy á Lakjuni og Durita Hummeland, og tá ið eitt korter restaði, skoraði Evy á Lakjuni eftir lítlari løtu tvey mál.
Innskifta Malena Olsen staðfesti ein minutt undan leikloki við skoti av brotsteigarmarkinum 8-0 heimasigurin. Bólturin fór umvegis stólpan og í málið.
KÍ er oddalið við 29 stigum fyri 13 dystir, og EBS/Skála er næstfremst við 24 stigum fyri 12 dystir. B36 er á sætta plássi við 16 stigum.
Dysturin í Klaksvík í kvøld var tann fyrsti í 14. umfari. Hinir dystirnir verða spældir í morgin:
Víkingur – EBS/Skála: Høgni Madsen 14.00
NSÍ-07 Vestur: Tóki Høghamar kl. 14.45
HB – AB/B71: Ronni Granddal kl. 15.00
KÍ | 13 | 8 | 5 | 0 | 46 | 7 | 29 |
EBS/Skála | 12 | 7 | 3 | 2 | 25 | 11 | 24 |
NSÍ | 12 | 7 | 2 | 3 | 37 | 22 | 23 |
HB | 12 | 5 | 3 | 4 | 29 | 15 | 18 |
Víkingur | 11 | 5 | 2 | 4 | 32 | 17 | 17 |
B36 | 13 | 5 | 1 | 7 | 27 | 35 | 16 |
07 Vestur | 11 | 3 | 0 | 8 | 14 | 33 | 9 |
AB/B71 | 12 | 0 | 0 | 12 | 6 | 76 | 0 |