Tær hava bíðað leingi - men nú fáa tær sín rætt

Jenis av Rana vildi ikki avgreiða málið um at geva sammøðrum sama rætt, sum onnur foreldur - men hetta verður eitt tað fyrsta málið nýggi landsstýrismaðurin fer at avgreiða

Tær hava bíðað leingi, men nú fáa sammøður loksins sama rætt at navngeva børnini sum øll onnur foreldur hava. Løgtingið hevur broytt lógina um barsils, so at eisini sammøður fáa rætt til at gjald úr barsilsskipanini. Landsstýrismaðurin í navnamálum segði, at tá ið tað er støðan, kunnu børnini eisini fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Men landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Jenis av Rana noktaði at geva bispi boð um, at prestarnir kring landið skulu føra børn í kirkjubókina við navninum á sammóður síni. Tí var hetta málsøkið tikið frá Jenisi av Rana og lagt undir landsstýrismannin, sum umsitur navnalógina. Men so varð val útskrivað uttan at málið varð avgreitt

 

Men nú er nýggj samgonga og í gjár varð nýggjur landsstýrismaður at umsita navnalógina og tað er Bjarni Kárason Petersen. Hann var løgtingsmaður tá ið málið tók seg upp og hann átalaði Jenis av Rana fyri at nokta sammøðrum sama rætt sum onnur foreldur.

 

Nú liggur málið so á borðinum hjá honum og hetta varð eisini eitt tað fyrsta málið hann  avgreiddi sum landsstýrismaður. Hann sigur við info, at hann setti gongd á málið beinanvegin.

 

Í hesum sambandi hevur hann, longu fyrr í dag, biðið embætisfólki í innlendismálaráðnum avog nú hevur bispur fingið boð um, at prestarnir skulu føra børn í kirkjubókina við navninum á sammøður síni.

 

Landsstýrismaðurin tosaði fyrrapartin við Jógvan Fríðriksson, bisp, um málið, soleiðis at semja er um, hvussu kirkjubókin skal skrásetast, tá ið mál um sammøður og eftirnøvn stinga seg upp.

 

Men bispur hevur áður boðað frá, at hann fer ikki at tvinga prestar at gera tað, um so er, at tað stríður ímóti teirra sannføring, so teir mugu finna eina aðra loysn, so at kirkjubókin verður førd, sum hon skal.

 

Og Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann fer heldur ikki at noyða prestar til nakað, sum stríður ímóti teirra sannføring, so har skal ein loysn finnast, so at tað verður onkur annar, sum førir kirkjubókina fyri teir prestarnar, sum ikki vilja gera tað sjálvir.

 

Hann sigur, at tað fer at standa til bisp at gera av, hvussu tey skipa seg innanhýsis í kirkjuni og hann fer ikki at noyða nakran at gera móti teirra samvitsku - men sammøður fáa nú rætt til at lata børnini fáa eftirnavnið.