Nógv minnast helst umstrídda dystin ímillum VB og Kyndil í steypakappingini í síðsta kappingarári, tá ið tað gjørdist ein stórur trupulleiki, at dysturin skuldi verða spældur í Vági mitt í viku. Í dag hittust hesi liðini so aftur í høllini á Eiðinum - hesaferð ein sunnudag.
Kyndilskvinnur vunnu umstrídda dystin í fjør, og í dag høvdu tær enn einaferð yvirlutan ímóti vágbingunum. Kyndil vann dystin 16-23 eftir hálvleiksstøðuna 8-12. Ivana hjá VB fekk reytt kort, tí at hon feldi kyndilsleikara í skjótálopi.
Úrslitið merkir, at Kyndil er á odda í Hvonndeildini. Tær hava vunnið 10 stig eftir seks dystir. VB er hinvegin á næstaftasta plássi, fimta plássi, við bert tveimum stigum eftir seks dystir.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
VB: Gurið K. Mortensen 3, Una Nolsøe 3, Danijela Mistric 3, Rannvá Johanessen 2, Christina Holm 2, Rúna M. Jacobsen 2 og Helga E. Kjærbo 1
Kyndil: Anna Brimnes 8, Marianna G. Eystberg 5, Turið A. Samuelsen 5, Anja Hammer 2, Randi Wardum 1, Bjarta Johansen 1 og Bára K. Hansen 1.
Dómarar í dystinum vóru strikuleikararnir hjá H71, Helgi H. Hoydal og Sigmundur Dahl.