Tær góðu løturnar hava størst týdning

– Jólini snúgva seg um hugna og at brúka tíð saman, sigur presturin Maria Summers Nolsøe

Maria Summers Nolsøe hevur í stívliga tvey ár verið prestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. 30 ára gamla kvinnan úr Havn tók útbúgving sum teologur á Københavns Universiteti í januar í 2019. Síðan fór hon á pastoralseminar og fekk starvið í Norðstreymoy, júst sum hon var liðug við útbúgvingina.

 

Jólini eru ein serlig tíð – eisini hjá presti.

 

– Eg elski jól. Tað er ein hugnalig tíð, og eg kann næstan ikki bíða eftir at tendra øll ljósini, sum lýsa hesa myrku tíðina upp. Eg havi nógv góð minni frá jólum, og tí eru tey sjálvandi eisini nostalgisk. Sum heild er hetta ein góð og hugnalig tíð, sum eg veruliga njóti, sigur hon.

 

Hetta er eisini tíðin, tá ið nógv fólk hava nógv at hugsa um og náa í gerandisdegnum, sigur Maria Summers Nolsøe við Sosialin.

 

– Eg veit, at desember og jól eisini hava eina baksíðu, sum er res og strongd, og tað slepst ikki heilt undan tí. Tað er spell, tí tað er í grundini ikki meiningin við jólum. Vit hava ávirkan á, hvussu vit halda jól, og um vit verða strongd. Er tað veruliga neyðugt at keypa 50 jólagávur, ella kunnu vit klára okkum við minni og hava tað hugnaligari? Vit kunnu raðfesta og avgera, hvussu nógv vit gera burturúr, og hvussu nógv vit seta okkum fyri, sigur hon.

 

Prestur heldur, at vit skulu minnist til, hvat er týdningarmest í desember og á jólum.

 

– Jólini snúgva seg um hugna og at brúka tíð saman. Tað er tað, sum børnini seta prís upp á, og tað er tað, sum ger okkum vaksnu glaðari. Tað eru tær góður løturnar saman, sum hava størst týdning.

 

– Tann stóra gávan er Jesubarnið, og tað er tað, sum adventin og jólini snúgva seg um. Jesubarnið kom við friði og gleði til jørðina, og tað hava vit øll brúk fyri at verða mint á, sigur Maria Summers Nolsøe.