Tænastumenn fingið nýggjan lim í nevndina

Formaðurin og næstformaðurin halda fram

Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund og har skuldi eisini nevnd veljast.

 Formaðurin, Meinhard Gaardlykke, umframt næstformaðurin og skrivarin, Turid Arge vóru vald í fjør, og stóðu tí ikki fyri vali.

 

Sostatt stóru tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, tað var Andrea Nielsen, sum varð afturvald og Snæbjørn Simonsen, sum ikki stillaði uppaftur. Ístaðin fyri hann, varð Poul Jakki Vitalis valdur í nevndina.

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis, at Meinhard Gaardlykke heldur fram sum  formaður, Turid Arge heldur fram sum næstformaður og skrivari, Andrea Nielsen er kassameistari og Poul Jakki Vitalis, Nevndarlimur

Eykalimir eru Sámal J. Í Skorini og  Fróði M. Davidsen

Á myndini eru tey frá vinstru, Andrea Nielsen, Turid Arge, Meinhard Gaardlykke og Poul Jakki Vitalis.