Tænastumenn eru eitt undantak

Um ein tænastumaður verður loystur úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til líknandi starv í trý ár aftaná.

Aksel V. Johannesen setti í gjár Rúna Joensen í starv sum aðalstjóra í Innlendismálaráðnum. Aðalstjórin tók harvið við starvinum, ið hann misti, tá ráðið varð niðurlagt fyri tveimum árum síðani.


Avgerðin at seta Rúna Joensen í starv tykist at vera í andsøgn við almenna setanarpolitikkin, ið ásetir at øll almenn størv skulu lýsast leys. Men sambært Snorri Fjallsbak, leiðara á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, so er eitt undantak.


- Aðalstjórastørv eru tænastumannastørv. Tá gamla starvið hjá aðalstjóranum varð niðurlagt, so hevur viðkomandi starvsfólk krav upp á, at landið finnur honum eitt líknandi starv innan trý ár.


- Tá Rúni Joensen varð loystur úr starvi sum aðalstjóri, so var einki annað líknandi starv leyst. Tá nýggja starvið so gjørdist veruleiki, so bar tað til at seta hann í starv sum aðalstjóra uttan at lýsa tað leyst. Tað ásetir sáttmálin. Tað sama hevði verið galdandi, um eitt annað starv sum aðalstjóri varð leyst.


Leiðarin á Lønardeildin viðurkennir, at skipanin við tænastumonnum kann tykjast at vera órættvís, tí hon tryggjar at somu fólk verða verandi í skipanini og hava ein framíhjárætt. Síðstu árini hevur man eisini roynt at minka um mongdina av tænastamonnum, tí tað eru so nógvar reglar tengdir at teirra sáttmálum.


Sum nú er, so eru aðalstjórar, prestar og nakrir navigatørar settir sum tænastumenn, meðan tænastumenn fyrr umfataði bæði lærarar og námsfrøðingar.