Tænasta leggur framleiðslu afturum

Tænastuvinnurnar veksa í Føroyum, samstundis sum framleiðsluvinnurnar minka


Í Føroyum er gongdin tann, at framleiðsluvinnurnar minka og tænastuvinnurnar veksa.

 

Tað vísir ein uppgerð, hagstovan hevur gjørt yvir gongdina í lønargjaldingunum í Føroyum.

 

Hagstovan
sigur, at seinastu árini 11 árini, hevur gongdin verið greið, nevniliga, at ein støðugt veksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kemur frá tænastuvinnum, bæði almennari tænastuvinnu og privatari.

 

Fyri tíggju árum síðani vóru tænastuvinnunar 60 prosent av lønunum, men seinnu árini er hetta vaksið til 70 prosent.


 

Hóast talan er um eitt stutt tíðarskeið, vísir hetta ta regluligu, søguligu gongdina, - og framleiðsluvinnur minka, samstundis sum tænastu- og vitanarvinnur, veksa, sigur Hagstovan.