Tað er líkt til, at serbiski forsetin, Boris Tadic, fer at vinna tryggan sigur á mótvalevninum Tomislav Nikolic, nú seinna valumfar er í dag. Sambært eygleiðarum kom tað Tadic væl við, at sosialistaflokkurin valdi at styðja hann aftan á tað fyrra valumfarið.
Boris Tadic (myndin) er heitur talsmaður fyri, at Serbia skal fara upp í ES. Tað vil Nikolic ikki, og hann vil heldur knýta tættari búskaparligt samband við Russland.
Valstríðið upp undir seinna valumfar hevur yvirhøvur snúð seg sum búskapin. Lítil og eingin búskaparvøkstur er í landinum, og arbeiðsloysið liggur um 25 prosent.









