Tadic og Nikolic í seinna umfar

Serbar skuldu seta tveir krossar, tá teir vóru í valhølinum í gjár, tí teir skuldu bæði manna tjóðartingið og velja forseta. Úrslitið av tjóðartingsvalinum varð, at tann tjóðskaparligi flokkurin hjá andstøðuleiðaranum,Tomislav Nikolic, gjørdist størstur við 24,7 prosentum av atkvøðunum. Næststørsti flokkur er flokkurin hjá Boris Tadic, forseta við 23,2 prosentum, og triðstørsti flokkur er sosialistaflokkurin við 16,6 prosentum av atkvøðunum.

Tað er sostatt líkt til, at tað er sosialistaflokkurin, sum ger av, hvør skal mynda ta næstu stjórnina í Beograd.

Fyrra umfar av forsetavalinum í gjár endaði við, at Boris Tadic og Tomislav Nikolic skulu kappast um embætið í tí seinna valumfarinum, sum verður tann 20. mai. Í gjár fingu teir báðir ávikavist 26,8 og 25,6 prosent av atkvøðunum.

Útlendskir eygleiðarar, sum fylgdu valinum í Serbia í gjár, siga, at valið var frítt og frælst.