HB er steypaliðið yvir øllum. Í dag tók sigursvanda høvuðsstaðarfelagið fyrsta stigið á leiðini ímóti steypafinaluni, sum felagið altíð ætlar sær at vinna. Higartil er tað eydnast 28 ferðir – seinast í 2020.
Í dag endaði tað við 9-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr næstbestu deildini. Hálvleiksstøðan var 6-0.
Síðsta málið í fyrra hálvleiki skoraði Leivur Fossdal Guttesen. Hann varð innskiftur í 32. minutti fyri Stefan Radosavljevic, sum í 18. minutti hevði skorað til 3-0. Hetta var fyrsta ferðin, at Leivur F. Guttesen var málskjútti á besta liðnum hjá HB. Frammanundan hevði hann einaferð skorað í bestu deildini. Tað var, tá ið hann í fyrraárið spældi við AB. Tá javnaði hann til 2-2, tá ið HB var gestur á Argjum og vann 3-2 við sigursmáli, sum Hilmar Leon Jakobsen skoraði í síðsta minutti.
Í dag var Hilmar Leon Jakobsen millum teir fyrstu ellivu hjá HB, og hann skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki – til 2-0 og 4-0. Pætur J. Petersen setti hol á, og Pætur J. Petersen var tvífaldur málskjútti, tá ið hann økti til 8-1. Adrian Justinussen økti til 5-0, Daniel Johansen staðfesti við brotssparki 9-1 sigurin, og eisini danski miðverjin Gustav Kjeldsen var málskjútti. Í sínum fimta dysti fyri HB var hann fyri fyrstu ferð millum málskjúttarnar.
Hjá FC Suðuroy vóru nógvir spælarar, sum ikki hava royndir at spæla ímóti liðum í bestu deildini. Einasti málskjútti hjá FC Suðuroy var Ari Krosslá Poulsen, sum umsetti brotsspark til 7-1.