- Einkjan hoyrdi einki frá reiðarínum, sigur Annfinnur Garðalíð. Ein skipsfelagi hjá manninum ringdi og fortaldi henni um tilburðin.
- Tað virkar sum reiðaríið er steindeytt. Hon hevur ikki hoyrt eitt orð frá føroyskum myndugleikum. Tað, sum hon hevur frætt, hevur hon fingið at vita frá mær, og saman við manningarfeløgunum hava vit umsett sjófrágreiðingina til indonesiskt, so nú hava familjan og avvarðandi fingið sjófrágreiðingina á egnum máli.
Annfinnur Garðalíð er forfardur av viðurskiftunum, sum útlendskar manningar á føroyskum skipum arbeiða undir.
- Tað eru onnur skip í Føroyum, sum sigla undir føroyskum flaggi, men við útlendskari manning, sum fáa umleið 1000 dollarar um mánaðin, sum er langt frá nøktandi. Hatta líkist ongum, sigur hann.
- Um eg doyggi her umborð, fær kona mín 700.000 krónur, umframt eina ábyrgdartrygging og aðrar tryggingar eg havi. Men indonesin er bara verdur 150.000 krónur. Hvat líkist hatta har? Hatta kunnu vit slett ikki standa modell til og hesum átala vit staðiliga.
Annfinnur Garðalíð ynskir, at tá skip sigla undir føroyskum flaggi og í føroyskum sjógvi, so mugu tey liva upp til føroyskan standard.
Annfinnur Garðalíð sigur, at tað tykist sum landsins myndugleikar ikki taka ábyrgd. Eftir at Anita fór til Spania, er fokus flutt á onnur ting, men nú Anita er komin aftur í føroyskan sjógv, ynskir Annfinnur Garðalíð at okkurt verður gjørt.
- Nú er Anita komin aftur í føroyskan sjógv, og einki verður gjørt. Myndugleikarnir vaska hendur, eingin tekur ábyrgd av nøkrum.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Annfinn Garðalíð