– Vit eru sera væl nøgdir. Hetta var tað villasta Voxbotn nakrantíð, eg havi ongantíð sæð slíkt fyrr.
Tað sigur Rúni Djurhuus, ein av fyrireikarunum av Voxbotn.
– Alt hoppaði framman fyri pallinum og heilt aftur til Hotel Tórshavn, tá ið John Martin og Michael Zitron vóru á pallinum, sigur hann.
Rúni Djurhuus sigur, at alt tað føryska eisini var fantastiskt, og hann heldur, at konseptið við at selja undirhald til fólk á hendan hátt riggar avbera væl.
– Trygdin var góð, og fólk vóru glað. Maturin var góður og sum heilt riggaði alt avbera væl. Vit eru sera væl nøgdir, sigur Rúni Djurhuus.










