Tað verður sera tungt

Tilnevndir norðurlendsku tónleikaheiðurslønina og hava nýtt tilfar í umbúna, men fyrst skal tungmálmsbólkurin á Gøtusand.

Hamferð hava seinastu árini spælt meira í útlandinum enn heima, og hava veruliga gjørt vart við seg á nøkrum av størstu tungmálmsfestivalum uttanlands, umframt at teir hava spælt á stórum konsertferðum, saman við bólkum sum Amorphis, Moonsorrow og Týr.

 

Útgávan “Evst” hevur fingið einastandandi ummæli bæði heima og úti, og tá bólkurin fyrr í ár valdi at nýta sólarmyrkingina til at spæla eina akkustiska framførslu av lagnum “Deyðir varðar” omanfyri Kvívík, gjørdist upptøkan viral og varð deild kring allan heim.

 

Við tilnevningini av Hamferð til Norðurlendsku Tónleikaheiðurslønina er kastljósið vent móti  Hamferð og áhugin uttanlands er farin langt útum vanliga tungmálmsfjepparaskarðan.

 

Hetta er ein heiðursløn, ið tað ikki er vanligt, at listafólk innan pop, rokk ella tungmálm verða tilnevnd til, tí er tilnevningin eitt greitt tekin um, tað dygd og dýpd, ið liggur í tónleikaliga- og poetiska alheiminum hjá Hamferð.

 

Í løtuni arbeiðir bólkurin við nýggjum tilfari til komandi fløguna, ið væntandi verður at fáa fyrst í 2016. Hetta verður enn ein ferð inn í føroyskar sagnir og bólkurin lovar, at hetta verður sera tungt.