Tað verður ómøguligt at bakka aftur

- Vit eru rúkandi ósamd, men tað hevur ov stórar avleiðingar at bakka aftur

- Eg vænti at tað verður ómøguligt at bakka aftur.

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

Tað elvdi til mikið rok, tá ið samgongan gjørdi av at broyta pensjónsskipanina, soleiðis at pensjónir nú verða skattaðar, tá ið goldið verður í pensjónsgrunninm, har skatturin áður var goldin, tá ið pensjónin varð útgoldin.

Andstøðan í løgtinginum royndi av øllum alvi at forða ætlanini, men til fánýtis.

 Og nú ásannar Aksel V. Johannesen, at nú vendist ikki aftur.

- Eg vænti ikki at tað ber til at bakka aftur til tað gomlu skipanina, sigur hann.

Hann vísir á, at tað hevur kostað milliónir at leggja skattaskipanina um.

Hann sigur, at nú eru inntøkurnar farnar í umfar í samfelagnum.

- Skulu vit bakka aftur, merkir tað, at vit taka 260 milliónir úr búskapinum í eini tíð, har landskassin hevur stórt hall frammanundan.

- Tí vænti eg, at tað verður ómøguligt at bakka aftur, tí avleiðingarnar verða ov stórar, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann leggur tó afturat, at hann hevur ikki viðgjørt spurningin út í æsir við serfrøðingr á økinum.