Tað verður ódnarveður í kvøld

Veðurvánirnar siga, at í kvøld verður vindmegin upp í ódn, og tað verður fyrst regn og síðani ælaveður

Vindurin er longu vaksin nakað, og sambært veðurforsøgnunum, so verður tað ódnarveður í kvøld. Tað er eitt lágtrýst vestanfyri Skotland, sum er á veg í ein landnyrðing. Á middegi var tað 975 hPa, og tað dýpist.

Seinnapartin verður ættin sunnan, og so snarar hann í landssynning. Seinni i kvøld verður hann útsynningur, og tá er tað, at tað verður roknað við vindmegi omanfyri 32 metrar um sekundið, sum er ódn.

Í nátt minkar vindurin aftur.

Vánaliga veðrið ávirkar samferðsluna í dag. Smyril fór av Havnini klokkan 13.30 í staðin fyri klokkan 16, og hann loysir ikki av Krambatanga aftur fyrrenn í morgin.

Í gjár segði Strandferðslan, at tað var møguleiki fyri seinkingum og avlýsingum í vikuskiftinum - bæði á bygdaleiðum og millum oyggjarnar - men enn hevur einki annað verið at hoyrt, uttan at Smyril ikki siglir meiri í dag.

Forsøgnin sigur, at tað aftur í annaðkvøld verður ódnarveður.