Tað verður nógv nýtt á Dungasandi

Hjá EB/Streymi er nýggjur veteranur ætlaður at eiga týdningarmiklan leiklut á miðvøllinum

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi. EB/Streymur hevur longu verið einaferð í Vágum í ár. Tað var 28. apríl, tá ið gestirnir fóru norður aftur í Sundalagið við 3-1 sigri. Fótbóltshugað komast við, at tað var hesa ferðina, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vórðu settir á vøllin í seinna hálvleiki og vóru dystaravgerandi við at skora hvør sítt mál.

 

EB/Streymur hevur 12 stig, og 07 Vestur hevur 11 stig.

 

Síðani tá er nógv vant runnið í ánna. 07 Vestur hevur skift venjara, og Magnus Powel hevur víst, at hann hevur greiðar ætlanir fyri, hvussu tað skal hanga saman. John Fagerström er komin úr Finnlandi, og Marius Hagen og Kevin Jablinski eru komnir úr Noregi. Jóannis á Steig er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Í Vágum er ætlanin greið. Tað snýr seg um at fáa elevatorin at steðga á rætta staðnum soleiðis at skilja, at 07 Vestur skal halda seg í fremstu røð og ikki flyta aftur og fram millum deildirnar.

 

Í EB/Streymi verður tað roknað at vera kærkomin styrkur, at gamli kenningurin Bárður Olsen aftur er í Hólmanum á Eiði. Hann var í EB/Streymi seinna partin av kappingarárinum í fjør, og tað riggaði væl. Jóhann Hansson Joensen var í ferðalagi við Bárð úr B36 og norður til EB/Streym. Hann er ætlaður at styrkja um breiddina í framrættaða partinum.

 

07 Vestur – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 19.00.