Tað verður lítil línufiskur í næstu viku

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er vánaligur.

 

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum, og eitt er norðanfyri.

 

- Bæði skipini eru júst byrjaði túr, og tí koma tey neyvan inn aftur at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý frystilínuskip eru á Føroyabanka, og fimm fiska á ytri leið.

 

Haraftrat er eitt frystilínuskip í íslendskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður góður alla næstu viku.

 

Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni, men meira umskiftandi seinni.

 

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er vánaligur. Bátarnir fáa mest av hýsu, verður lagt aftrat.