Føroyska veðurstovan skrivar í morgun, at tað verður lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, seinnapartin vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið og hitin -3 til 2 stig.
Í kvøld veksur hann vindin til strúkur í vindi upp í skrið eystan, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum, mesti vindurin sunnanfyri.
Samdrigið og nógvur kavi ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 4 stig. Fyrrapartin í morgin minkar hann vindin niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið, hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Danska veðurstovan skrivar í fimm daga forsøgn, at tað verður sera kalt næstu dagarnar. Týsdagin verður hitin millum tvey kuldastig og tvey hitastig. Í morgin verður hitin millum frostmarkið og fimm kuldastig. Mikudagin millum tvey kuldastig og trý hitastig. Hósdag millum frostmarkið og trý kuldastig og um náttina millum tvey og seks kuldastig. Fríggjadagin verður hitin alt samdøgrið millum tvey hitastig og trý kuldastig.











