Tað verður ikki dýrari  næsta ár

Vit hava ikki søkt um at sleppa at hækka prísin, sigur stjórin í Sev

Prísurin á olju er farin til himmals hesa seinastu tíðina. Men hóast eingin brúkar so nógva olju sum Sev, sigur Hákun Djurhuus, stjóri, at tað liggur ikki í kortunum, at hetta fer at ávirka prísin á streymi næsta ár.

 

Hann tekur tó fyrivarni fyri, at fíggjarætlanin hjá Sev fyri næsta ár, er ikki samtykt enn. Í hesum døgum er tey í Sev við at leggja seinastu hond á fíggjarætlanina fyri næsta ár, og stjórin sigur, at í uppskotinum, sum er sent kommunum, verður lagt upp til, at prísurin á streymi verður óbroyttur næsta ár.

 

Hákun Djurhuus sigur, at Sev hevur partvís, tryggjað prísin á olju í langa tíð framyvir, so oljuprísurin næsta ár, er langt síðani lagdur í eina fasta legu. Men hann sigur, at verður oljuprísurin verandi so høgur, ella hækkar hann enn meir, er søgan sjálvandi ein onnur, tí so hækkar prísurin hjá Sev eisini.

 

Men eitt, sum vigar upp ímóti tí, er, at arbeitt verður av kraft upp á at leggja um til grøna orku, og endamálið hjá Sev er at sleppa heilt undan at brúka olju. Málið er framvegis at í 2030 eru vit sloppin heilt undan at brúka olju, sigur stjórin í Sev.

 

Longu næsta ár, verða fleiri vindmyllur tiknar í nýtslu, og tað sæst beinanvegin aftur í oljunýtsluni hjá Sev. Í ár fer Sev at brúka heili 55.000 tons av olju og útreiðslurnar til olju vera 176,2 milliónir í ár - og tað er tað mesta, Sev nakrantíð hevur brúkt í olju. Men næsta ár er væntandi, at oljunýtslan verður 12.000 tons minni, 43.000 tons tilsamans og tá fer Sev at brúka olju fyri 159,7 milliónir.