Tað verður hart og kontant í annaðkvøld

Rás2 sendir beinleiðs frá val-orrustu í annaðkvøld, har valevni fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin bresta saman

- Tað verður undirhaldandi og tað verður hart og kontant!

 

Soleiðis siga Tjóðveldi og Sambandsflokkurin, sum skipa fyri einum felags valfundi í annaðkvøld, týskvøldið. Fundurin verður klokkan 20 í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, og hann verður sendur beinleiðis á Rás2.

 

Men annars er fundurin almennur, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma í Reinsaríið at lurta. Og tey lova, at ”jørðin skelvur og lunnar bresta” í annaðkvøld tá ið valevni fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin bresta saman

 

- Hetta eru mótpolarnir í føroyskum politikki og tey fara at seta orð á spurningar um loysing og samband, og tað verður ein øðrvísi fundur enn teir vanligu, lova fyrireikararnir.
 

Á fundinum fara fleiri valevni hjá flokkunum at skifta orð um ein tann mest avgerandi spurningin í Føroyum og tar um vit skulu ganga nærri fullveldinum ella varðveita Ríkisfelagsskapin?

 
Á fundinum fara Høgni Hoydal og Kaj Leo Holm Johannesen at kjakast um Ríkisfelagsskapin. Tórbjørn Jacobsen og Helgi Abrahamsen far at kjakast um ymisk evni, og tað fara Kristina Háfoss og Bjørn Kalsø eisini. Og somuleiðis fara Annita á Fríðriksmørk og Johan Dahl at kjakast um blokkin.

 

Síðani fáa onnur valevni til fólkatingsvalið hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum høvið at taka orðið, siga fyrireikararnir.