- Tað verður gott at verða reinsaður fyri hesar høpisleysu ákærurnar.
Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, nú uttanveltaður kanningarstjóri skal setast at kanna leiklut hansara í nógv umrødda málinum um Eysturoyartunnilin.
Eitt høvuðsmál, sum skal kannast, er um hann duldi upplýsingar fyri Løgtinginum, tá ið hann ikki vildi upplýsa, hvat Landsverk hevði at siga um munin á, hvat ein privatur Eysturoyartunnil kostar og hvar ein almennur tunnil kostar.
Eitt annað høvuðsmál, sum skal kannast, er um hann yvirhøvur hevði heimild at binda landskassan til at rinda privata felagnum, CIP, eina millión í endurgjaldi, um so verður, at felagið ikki sleppur at gera Eysturoyartunnilin
Kári P. Højgaard heldur, at tað er heilt burtur við at seta kanningarstjóra at kanna málið, tí alt, sum er farið fram, er farið fram í samráð við løgfrøðina í Innlendismálaráðnum.
Men løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum siga, at tú hevði ikki heimild at skriva undir avtaluna um hasa umstríddu milliónina.
- Tað, vit hava gjørt, er hundrað prosent grundað á lógina, sum Løgtingið samtykti, har eg havi heimild at brúka pengarnar fyri at fáa sáttmálan í hús, sigur Kári p. Højgaard.
- Og lógin hevði bara eitt endamál og tað var at samráðast um ein sáttmála og skriva hann undir. Av røttum skuldu málið slett ikki fyri Løgtingi- og annars er peningur eftir á játtanini, so talan verður um yvirtrekk, sigur Kári P. Højgaard.
- Hetta er blást upp til nakað heilt óveruligt, men hinvegin verður tað gott at verða reinsaður, tí tað ivist eg ikki í, at eg verði, sigur hann.
Hann sigur, at alt málið snýr seg um at peningur er settur av at fyrireika eina verkætlan og at fremja hana í verki.
- Men tað standast ymsar útreiðslur av at fyrireika eina verkætlan. Um tað er ferðaútreiðslur til fundir, um tað er til at keypa ráðgeving ella um tað er at hava útreiðslur til ein sáttmála, er alt tað sama.
- Tað einasta, eg havi gjørt av mínum eintingum er at lata vera við at leggja upplýsingarnar frá Landsverk fyri Løgtingi.
Og eg haldi framvegis fast við, at teir upplýsingarnir kundu ikki takast í álvara, tí fyri einum ári síðani segði Landsverk, at ein privatur tunnil var 800 milliónir dýrari enn ein almennur tunnil, men nú er hann brádliga vorðin tríggjar milliardir dýrari.