Tað verður gott

Fyrsta konsertin við Mariusi Ziska og Føroya Symfoniorkestri verður í Norðurlandahúsinum í kvøld

Í eina viku hevur Marius Ziska saman við orkestri vant í Perluni. So, vit í Miðlahúsinum hava hoyrt frálíkan tónleik alla vikuna.

 

Eg fór framvið ein túr og havi lurtað eftir venjingini, og her havi eg eisini hoyrt Føroya Symfoniorkestur saman við Mariusi.

 

Tað er eingin ivi um, at hetta verður gott, og øll vita, at Marius Ziska er sera dugnaligur tónleikari.

 

- Vit fara at hoyra øll tey stóru hittini, og her verða eisini onkrir nýggir sangir á skrá.

 

##med3##

 

Sjálvur sigur Marius Ziska, at tá so stórar konsertir verða fyrireikaðar, verður sjálvsagt eisini okkurt surprise.

 

Marius er umringaður av sera góðum og dugnaligum tónleikarum í Perluni, og við einum heilum symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum kann konsertin bara gerast framúr.

 

##med2##

 

Fyrsta konsertin við Mariusi Ziska og Føroya Symfoniorkestri verður í kvøld. Tað verða tríggjar konsertir, og allar eru longu útseldar.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##