- Tað verður eitt øgiligt upptak.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Jacob Vestergaard, tingmaður, vísir á, at tá ið Høgni Hoydal sat í andstøðu í undanfarnu samgongu, spurdi hann ofta um, hvussu nógv fiskiloyvi og skip eru handlað, hóast tað var ólógligt.
Høgni Hoydal sigur, at upptakið at fáa skil á fiskivinnuna, verður øguligt. Hann sigur, at síðani løgtingsvalið, er eitt skip selt við fiskiloyvi, umframt at fýra onnur skip hava skift eigara.
Hann sigur, at fyrsta takið verður at fáa yvirlit yvir, hvør eigur í føroyskari fiskivinnu, og arbeiðið er sett í verk at fáa yvirlit yvir, hvørjir eigarar eru og arbeiði er eisini sett í verk at steðga spekulatiónini.
- At fáa yvirlit er tað fyrsta, sum krevst fyri at kunna gera nakað við støðuna.
Hann hevur áður kallað tað ólógligt, men nú er tað eisini farið fram í hansara tíð sum landsstýrismaður, men góðtekur hann tað.
Jacob Vestergaard sigur, at sostatt kann staðfestast at ongin broyting er hent og aðrir fólkafloksmenn vísa á, at Høgni Hoydal hevur lovað at steðga spekulatión í fiskvinnuni alt fyri eitt, men hóast tað tekur fimm minuttir at broyta lógina, er einki hent.
Fólkafloksmenn vildu eisini hava at vita, um Høgni Hoydal fer at taka avleiðingar av, at tað, hann sjálvur kallar ólógligt virksemi, eisini er farið fram ímeðan hann er landsstýrismaður.
Teir vísa eisini á, at sleppur vinnan ikki at keypa og selja, verður hon fullkomiliga geld.
Høgni Hoydal sigur, at tað, hann hevur sagt, stendur hann við, men at tað tekur tíð at broyta eina skipan og at tað gerst ikki upp á tveir mánaðir.