Tað verður eitt eljustríð

Skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið, fer stígur av álvara at koma í

- Landið eigur eldraøkið og er tað nakað, sum er ein landsuppgáva, er tað at syrgja fyri, at tey gomlu hava sømilig, og ikki minst javnbjóðis, kor, hvar tey búgva í landinum.

 

Tað sigur Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi og varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

 

Hann er alt annað enn samdur í ætlanini um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí hann er als ikki vísur í, at kommunurnar eru best førar fyri at lyfta alt eldraøkið.

 

- Tað verður hálovað, at umsitingin er so nær borgaranum, men Jógvan Arge spyr, um tað ikki verður ov stutt ímillum myndugleika og borgara.

 

- Síggi fyri mær, tá menn koma ráhallar til arbeiðis við lummunum fullum av áheitanum og umbønum  um neyðugan styrk og skjóta játtan, og oftast fer kanska at verða játtað, sigur Jógvan Arge.

 

Hann er eisini sannførdur um, at eldraøkið fer at verða ein so tung fíggjarlig byrða fyri kommunurnar, at tær ikki fara at fáa ráð til nakað stórvegis av øðrum tiltøkum á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum, ítróttaøkinum,  samferðsluøkinum, mentanarøkinum o.s.fr.

 

Hann stúrir eisini fyri, at tað fer at verða eitt eljustríð frá øki til økið um at yvirbjóða hvørt annað.

 

- Tey øki, sum ikki megna at halda tørn, fara at missa fólk,  fyrst tey eldru og so teirra yngri avvarandi og tí er tað skeivt at kommunurnar umsita eldraøkið.

 

Eldraøkið skal umsitast undir einum hatti og úr sama kassa, sigur Jógvan Arge.

 

Les meiri um, hvat Jógvan Arge heldur um eldraøkið, vit at trýsta HER