Tað verður eingin vápnahvíld í Gaza

- Ísrael fer ongantíð at ganga við til eina vápnahvíld, sum letur gíslarnar vera verandi eftir í Gaza.

 

- Tað verður eingin vápnahvíld í Gaza.

 

Tað sigur eitt talsfólk fyri ísraelsku myndugleikarnar, Eylon Levy, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.

 

Eylon Levy sigur, at Ísrael fer ongantíð at ganga við til eina avtalu um vápnahvíld, sum letur gíslarnar vera verandi eftir í Gaza.

 

- Ei heldur eina vápnahvíld, sum letur Hamas sita við valdinum í Gazageiranum. 

 

Talsfólkið leggur aftrat, at endamálið hjá Ísrael við krígnum í Gaza er at oyðileggja Hamas, og hetta verður ikki broytt.

 

Tað var mánadagin, at netsíðan Axios skrivaði, at Ísrael skal hava skotið upp eina vápnahvíld í tveir mánaðir aftur fyri, at Hamas letur allar gíslarnar leysar.

 

Keldan segði seg hava tíðindini frá tveimum ónavngivnum tænastufólkum innan ísraelsku stjórnina.